Uttanlands

Ógvuslig melduródn rakti Japan

Upprudding: Minst 70 fólk raktu lív tá melduródnin Hagibis herjaði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-15 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 70 fólk hava latið lív í ógvusligu tropisku melduródnini, sum um vikuskifti rakti Japan við so nógvum regni, sum landið ikki hevur upplivað fyrr.

Tað upplýsir japanski miðilin NHK í morgun. Umframt tey 70 fólkini eru 15, sum enn ikki eru afturíafturkomin.

Hagibis, sum ódnin verður kallað, rakti landið leygarkvøldið lokala tíð.

Hon rakti høvuðsstaðin Tokyo og býirnar nærhendis við so ógvusligum regni, at japanska veðurstovan mátti senda út eina óvanliga álvarsliga ávaring.

Fólkið varð biðið um at leita sær skjól um tey høvdu lívið kært.

- Sannlíkindini fyri vanlukkum so sum skriðulopi og vatnflóð eru ovurstór. Tað er av týdningi at ein og hvør ger tað, sum er neyðugt fyri at bjarga sínum egna lívi, segði veðurfrøðingurin, Yasushi Kajiwara.

Melduródnin var ógvuslig, bæði vindi og avfalli viðvíkjandi. Í eitt samdøgur skolaðu 939,5 millimetrar av regni – næstan ein metur – av regni yvir landið, skrivar Reuters.

Hetta er til dømis meira enn tað, sum kemur niður í Danmark í eitt heilt ár. Meðalavfallið í Danmark er 746 millimetrar, upplýsir danska veðurstovan, DMI.

Tá Hagibis rakti land var tað við hvirlum upp í 216 kilometrar um tíman, svarandi til 60 metrar um sekundið.

Meðan ódnin herjaði fór jørðin at skelva í Tokyo. Ein jarðskjálvti við styrki 5,7 rysti høvuðsstaðin leygarkvøldið.

Fólk í tíggjutúsundatali leitaðu sær skjól á kreppumiðstøðum, meðan onnur valdu at byrgja seg inni heima við hús.

- Eg eri 77 ár og havi aldri upplivað nakað líknandi. Larmurin frá vindinum og regninum var øgiligur. Alt húsið skalv av regni og vindi og ein partur av tekjuni er burtur, sigur Hidetsugu Nishimura, sambært Ritzau.

Bert ein mánað frammanundan rakti ein onnur ógvuslig melduródn Japan. Uppruddingin frá teirri ódnini var enn ikki liðug, tá hendan rakti. 

Myndirnar frá uppruddingararbeiðinum eftir Hagibis hava vit frá EPA-myndatænastuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder