Uttanlands

Ógvuslig mótmæli í Bretlandi eftir barnadráp

Mótmælini venda sær móti flóttafólkum – serliga muslimum – sum koma til Bretlands

Frá mótmælunum í London í gjár (Mynd: BBC)

Frá mótmælunum í London í gjár (Mynd: BBC)

2024-08-01 07:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at tríggjar gentur vóru stungnar til deyða í býnum Southport hava fleiri samanbrestir verið millum løgreglu og mótmælisfólk í Stórabretlandi.

Í gjárkvøldið vóru samanbrestir í miðbýnum í London - 350 kilometrar frá Southport.

Ein 17 ára gamal drongur er skuldsettur fyri drápið á tríggjar gentur og drápsroynd móti tíggju øðrum persónum.

Á sosialu miðlunum hevur syrgiliga hendingin verið dúgliga viðgjørd, serliga samleikin hjá dronginum og ikki minst uppruni hansara – søgur siga m.a., at hann skal vera friðskjólasøkjandi.

Motivið enn ókent

Løgreglan hinvegin slær fast, at drongurin kemur úr Banks í Lancashire – at hann er føddur í Cardiff, høvuðsstaðnum í Wales. Harumframt hevur løgreglan víst aftur, at talan var um eitt yvirgangsálop, skrivar dr.dk.

Motivið til illgerðina er enn ókent, men greitt er, at tær dripnu genturnar vóru seks, sjey og níggju ára gamlar, og vóru partur av einum dansi- og jogatiltaki við Taylor Swift-tema, tá gerningsmaðurin, vápnaður við knívi, leyp á.

Yvir 100 fólk vórðu handtikin í London í gjárkvøldið. Tað hava eisini verið samanstoytir millum løgreglu og mótmælisfólk í býnum Hartlepool eftir knívsdrápini.

Mótmælini venda móti muslimum

Týskvøldið vóru fleiri túsund fólk savnað til eitt friðarligt minningarhald í miðbýnum í Southport, har tað búgva umleið 95.000 fólk.

Stutt eftir tók ófriður seg upp og mótmæli við moskuna í býnum, har tað varð steinað og blakað við fløskum móti løgregluni. Yvir 50 løgreglufólk komu til skaða í hendingingi, har eisini tíggju fólk vóru handtikin.

Sambært løgregluni høvdu fleiri í mótmælinum tilknýti til felagsskapir, sum eru kritiskir mótvegis islam, so sum English Defence League.

Felags fyri fleiri av teimum handtiknu er, at tey eru sannførd um, at handtikni drongurin hevur muslimska bakgrund, og søkir um friðskjól í Onglandi.

Skrivingin á sosialu miðlum hevur øst nógv fólk, sum krevja at streymurin av flóttum til Bretlands verður støðgaður.

Hinvegin eru tað eisini politikarar, sum nú ávara móti spjaðing av óváttaðum slatri á sosialu miðlunum.

- Vit mugu ásanna, at tað ganga ting fyri seg á sosialu miðlunum, sum eru í stríð við ábyrgd og treytir. Miðlarnir eru noyddir til at taka ábyrgd av hesum, sigur bretski innanríkisministarin, Yvette Cooper.

Gerningsmaðurin í rættin í dag

Hon sigur, at tað er ein gøla, at lagt verður eftir løgregluni, og Serena Kennedy, politikommisærur øtast.

- Vit hava ein felagsskap her í Southport, sum vil vísa virðing, syrgja og tosa við hvønn annan um ræðuligu hendingina – og bara vísa familjunum hjá smágentunum, hvussu ávirkað vit eru. Og kortini endaði hetta við harðskapi.

- Eg vamlist og eri skelkað, sigur hon um mótmælini týskvøldið.

17 ára gamli drongurin skal møta í rættinum í dag, men løgreglan hevur sett bann fyri at kunngera navnið og samleikan hjá dronginum, tí hann er ómyndugur.

Amerikanska sangstjørnan, Taylor Swift, hevur skrivað á Instagram, at hon er skelkað av hendingini í Southport. Fjepparar hennara hava savnað yvir 1,6 milliónir krónur til familjurnar, sum sita eftir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder