2020-08-04 23:01
Seinnapartin í dag var ein stór spreinging við havnarlagið í Beirut í Libanon.
Enn er ikki greitt hví, men sambært forsetanum bendir okkurt á, at 2750 tons av ammoniumnitrat í einum goymslubygningi er partur av orsøkini.
Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni í kvøld.
Myndir og upptøkur úr Beirut vísa stórt øki, sum er lagt í oyði.
Higartil eru fleiri enn 70 fólk deyð av spreingingini, og fleiri enn 2.700 fólk hava fingið løstir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald