Uttanlands

Ógvusligar spreingingar í Sibiria

Fleiri túsund fólk máttu flytast burtur tá ein hernaðargoymsla sprongdist

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2019-08-06 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umleið 2.600 fólk eru flutt burtur úr einum øki í Krasnojarsk í Sibiria eftir ógvusligar spreingingar í eini vápnagoymslu hjá russiska herinum nærhendis býin Atjinsk í gjár, skrivar russiska Tass-tíðindastovan.

Átta persónar fingu skaða í ólukkuni, sum eisini kravdi eitt mannalív. Men hetta vil russiska verjumálaráðið tó ikki vátta, skrivar Tass.

Fólk vórðu flutt burtur í einum øki upp til 20 kilometrar frá hernaðarleguni.

Fleiri bygningar í økinum hava fingið stórar skaðar. Eitt nú eru vindeygu blást inn orsaka av trýstbylgjum frá spreingingunum.

Millum teirra, ið eru flutt burtur av trygdarávum, eru ein hópur av børnum, sum vóru á eini summarlegu nærhendis. Fólkini á hernaðarleguni máttu leita sær skjól í bumbuskýlum.

Enn er óvist hví vápnagoymslan springdist.

Krasnojarsk-økið í Sibiria er annars hart rakt av náttúrueldum í løtuni orsaka av nógvum hita og vindi. Ringastu náttúrueldarnir eru tó nógv longur norðuri og eystri, skrivar BBC.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder