Eitt ógvusligt eldgos í Tonga í januar í ár var tað ógvusligasta, sum nakrantíð er skrásett við nýmótans útgerð.
Tað staðfesta granskarar úr Ný Sælandi.
Eldgosið við navninum Hunga Tonga-Hunga Ha'apai, goysti upp úr sjónum við eini styrki, sum svarar til fleiri hundrað kjarnorkubumbur.
Gosið elvdi til eina 15 metra høga flóðaldu, sum oyðilegði nógv heim og var orsøkin til minst tríggjar deyðstilburðir í lítla kongsríkinum í Kyrrahavinum.
Náttúruvanlukkan elvdi eisini til skaða á sjóðkaðalar. Hetta hevði við sær, at Tonga misti møguleikan fyri at samskifta við umheimin í fleiri vikur, og hetta gjørdi bjargingararbeiðið truplari.
Nýsælendsku kanningarnar vístu, at gosið blásti 10 rúmkilometrar av sjógvi upp í loft og heilt upp til mesosferuna, upplýsir havlívfrøðingurin Kevin Mackay.
Mesosferan er eitt loftlag í atmosferuni, sum liggur millum 50 og 85 kilometrar yvir jørðini.
- Tað var eins og eitt skot frá høglbyrsu, sum varð skotið beint upp í loft, sigur Kevin Mackay.
Hunga Tonga-Hunga Ha'apai var næstan, men ikki líka ógvusligt, sum eldgosið Krakatoa í Indonesia í 1883.
Tað gosið kostaði fleiri tíggjutúsund mannalív, men tá vóru ikki somu tól at máta megina við.
- Hetta gosið var stórt – eitt av teimum størstu síðan Krakatoa – men munurin er, at hetta var eitt gos á havbotninum og tað er eisini orsøk til, at vit fingu stórar flóðaldur, sigur Kevin Mackay.
Granskingarliðið hevur roknað seg fram til, at gosopið nú er 700 metrar djúpari, enn tað var undan gosinum, skrivar AFP tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald