Uttanlands

Ógvusligasta ódnin, sum er skrásett í ár

Ein millión fólk skulu flytast burtur úr South Carolina og Georgia, áðrenn Dorian rakar báðar statirnar

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-09-02 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Henry McMaster og Brian Kemp, guvernørar í ávikavíst South Carolina og Georgia, boðaðu í morgun frá, at skipað verður fyri einari kravdari burturflyting av einari millión fólkum í báðum statunum.

Hetta verður gjørt sum partur av fyrireikingunum til ódnina Dorian, sum fer at raka báðar statirnir í dag.

Í South Carolina skulu uml. 830.000 fólk flytast úr heimi sínum, meðan 200.000 skulu flytast úr teimum økjunum í Georgia, sum liggja út til Atlantashavið.

Hesi boðini koma, eftir at ódnin Dorian, sum í gjár varð broytt frá einari kategori 4-ódn til eina kategori 5-ódn, elvdi til stórar skaðar á Bahamas í nátt. Og enn verður ávarað um vindin, sum er komin upp á 88,9 m/s.

Fráboðanir hava verið um stórar materiellar skaðar, men higartil hava ongar fráboðanir verið um deyðsføll, skrivar Independent.

Sambært DR, er Dorian ógvusligasta ódnin, sum er skrásett í heiminum í ár. Í dag fer ódnin spakuliga at flyta seg vestureftir fram við amerikonsku eysturstrondini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder