Nógv hava latið lív, ella liggja fangað undir húsaleivdum eftir at ein harður jarðskjálvti við styrki á 7,8 rakti sunnara part av Turkalandi, og kundi merkjast á Kýpros, í Libanon og Sýria í nátt.
Fleiri eftirskjálvtar hava síðan verið í økinum, skrivar Ritzau.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin USGS, sum mátar skjálvtar kring allan knøttin, upplýsir, at skjálvtin hendi klokkan 01.17 okkara tíð – 04.17 lokala tíð – altso meðan flest lógu og svóvu.
Nógvir bygningar eru rapaðir. Turkaland hevur lýst undantaksstøðu í økinum, og heitir á altjóða samfelagið um at hjálpa, skrivar Reuters.
Í morgun er als ikki yvirlit yvir støðuna, men talið av deyðum økist støðugt, bæði í Turkalandi og í Sýria. Turkiski vanlukkustovnurin upplýsir, at minst 76 hava latið lív, og 440 eru særd í jarðskjálvtanum.
Eisini í Sýria eru fólk deyð. Yvir 100 eru deyð í trimum landspørtum í Sýria, upplýsa lokalir miðlar.
(Mynd: EPA)
Í Turkalandi er tað serliga landslutirnir Osmaniye, Diyarbakir og Malatya, sum eru harðast raktir. Í Malatya eru minst 140 bygningar rapaðir, upplýsir Hulusi Sahin, guvernørur fyri AP tíðindastovuni.
Skjálvtin var umleið 18 kilometrar undir jørð nærhendis býirnar Gaziantep og Osmaniye, upplýsir USGS.
Bjargingarlið eru send út fyri at bjarga fólkum úr leivdunum, og roknað verður við, at talið av deyðum verður stórt, tá samanum kemur.
Talan er um harðasta skjálvtan, ið hevur rakt økið í minst eina øld, skrivar AFP. Í rakta økinum av Turkalandi búgva milliónir av flóttafólkum frá Sýrialandi og øðrum krígsraktum økjum.
Myndir frá turkisku TRT-sjónvarpsrásini vísa, at fólk eru farin út á kavaklæddu gøturnar.
Sjálvur skjálvtin vardi í ein minutt. 11 minuttir eftir fyrsta skjálvtan var aftur ein skjálvti, sum varð máldur til styrki 6,7 upplýsir USGS.
Fleiri staðnið kring Miðjarðarhavið, eitt nú í Italia, vórðu ávaringar sendar út um flóðaldur í nátt. Enn er einki frætt, um flóðaldur hava gjørt skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald