Amerikanski staturin Kalifornia er í hesum døgum hart raktur av skógareldum, sum higartil hava lagt 8.000 ferkilometrar í oyði, skrivar BBC.
Ógvuliga høgur hiti hevur verið í Kalifornia um vikuskiftið, og hetta bøtir ikki um vandan fyri eldsbrunum. Sambært myndugleikunum máldu tey upp í 49,4 hitastig í Los Angeles sunnudagin.
Hóast roknað verður við, at hitin ikki er tann sami nú, so er rættiliga fitt av vindi, sum er við til at breiða eldsbrunarnar.
Yvir 14.000 sløkkiliðsfólk stríðast við at sløkkja logarnar, skrivar Ritzau.
Sunnudagin máttu yvir 200 fólk flytast burtur við bjargingartyrlum í norðara parti av Kalifornia. Tey vórðu stødd á einum vælumtóktum frítíðarøki, Mammoth Pool, í tjóðarlundini Sierra National Forest, ið umgyrgdist av eldslogum.
Logarnir breiddu seg til einasta koyriveg úr økinum, og tí máttu tyrlur takast í brúk fyri at bjarga fólkunum.
Jeremy Remington is one of 207 people that was trapped and rescued from Mammoth Pool. He got to Fresno sometime after midnight.
— Dennis Valera (@dennisreports) September 6, 2020
The #CreekFire is 45,500 acres now. Shaver Lake is now under mandatory evacuation. Latest info: https://t.co/iyWXRiAuRq pic.twitter.com/BNFRymH4cp
Upp móti túsund ymiskir skógareldar eru staðfestir í Kalifornia síðan 15. august. Flestu eldarnir er kyknaðir orsaka av torusláttri.
Tilsamans hava átta fólk latið lív í skógareldunum, og umleið 3.300 bygningar eru niðurbrendir.
Ein sløkkiliðsmaður er millum tey deyðu men eisini fleiri gongufólk eru deyð. Av somu orsøk mæla myndugleikarnir nú øllum frá at fara gongutúrar í náttúruni í Kalifornia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald