Uttanlands

Ógvusligt avfall í Japan

Fleiri fólk eru deyð í grimdarregninum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-15 12:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur regnað av grimd í Japan um vikuskiftið. Mett verður, at fleiri fólk eru druknað í vatnfloyminum, og heitt er áminst tvær milliónir borgarar um at rýma úr heimum sínum fyri at leita sær trygd.

Tilbúgvingin er á hægsta stigi í nøkrum økjum, har tað búgva 1,8 milliónir fólk. Millum býirnar, ið eru hart raktir eru Hiroshima og Fukuoka, men ógvusliga regnið væntast at breiða seg yvir størri partar av landinum komandi dagarnar, skriva tíðindastovurnar.

Tvær kvinnur í sjeytiárunum eru funnar druknaðar og fríggjadagin doyði ein 59 ára gomul kvinna í einum skriðulopi nærhendis Nagasaki.

Í juli doyðu 23 fólk í einum skriðulopi orsaka av ógvusligum avfalli í býnum Atami. Fýra fólk har eru framvegis ikki funnin aftur. Í 2018 doyðu yvir 200 fólk í yvirflóð og skriðulopum í vestara parti av Japan undir regntíðini, skrivar finska kringvarpið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder