Uttanlands

Ógvusligt avfall í Spania

Ikki upplivað slíkt veður í yvir 100 ár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-13 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsynningsparturin av Spania hevur upplivað óvanliga nógv avfall hesar seinastu dagarnar. Serliga eru tað økini Valencia, Alicante og Murcia, sum vórðu rakt.

Bilar sóust fara flótandi gjøgnum yvirfloymdu gøturnar og í býnum Aielo de Malferit, øktist vatnstøðan í ánni við níggju metrum eftir tveimum tímum.

Umframt vatnflóð hevur eisini verið stórur skaði av nógva vindinum, skrivar Aftenposten.

Ein av hart raktu býunum var Ontinyent sunnan fyri Valencia, har tey høvdu 300 millimetrar av avfalli í eitt samdøgur. Áin Clariano fór yvir áarbakkarnar og oyðilegði eina søguliga brúgv frá 1500 talinum.

Talan er um ógvusligasta avfall, ið spanska veðurstovan AEMET hevur mált síðan 1917, skrivar Aftenposten.

Nærhendis Caudete, 100 kilometrar sunnan fyri Valencia funnu tey tvey fólk deyð í einum bili, ið varð tikin av vatnflóðini. Talan var um eini systkin, ein 51 ára gomul kvinna og ein 10 ár eldri beiggi hennara.

Tyrlur máttu eisini takast í brúk fyri at bjarga neyðstøddum fólkum úr yvirfloymdum økjum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder