
Fleiri tíggjutúsund fólk eru rýmd heimanífrá í avstralska býnum Sidney og aðrastaðni í statinum New South Wales orsaka av ógvusligum regni og vatnflóð.
Í morgun vórðu sendar 40 ávaringar um vatnflóð í 20 boð um at rýma. Talan er um eitt øki á 600 kilometrar, skrivar Ritzau.
Yvir 2.800 fólk eru flutt burtur og um 54.000 fólk kunnu verða ávirkað, tí væntað verður, at ógvusliga avfallið heldur fram í tveir dagar afturat.
- Støðan batnar, men vit hava framvegis 24 til 48 tímar, sum vit skulu í gjøgnum, sigur David Littleproud, tilbúgvingarráðharril, við Channel 9.
Býurin Port Macquarie, sum liggur 380 kilometrar norðan fyri Sydnay er tann harðast rakti. Har hava tey fingið yvir 800 millimetrar av regni.
- Eg havi aldri sæð regn sum hetta. Eg havi upplivað fleiri vatnflóðir, men hensar eru tær størstu eg havi upplivað, sigur leiðarin fyri tilbúgvingartænastuni í New South Wales, Shane Cribb, í eini samrøðu við sjónvarpsstøðina ABC.
-
-
Nepean River í Windsor í ein útnyðring úr Sydney er floymd upp um áarbakkarnar (Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald