Italaskir miðlar skriva, at umleið klokkan 17 í gjár vóru spreingingar í gosfjalli á lítlu oynni Stromboli, beint norðanfyri Sicilia. Talan er um mest "aktiva" gosfjallið í Evropa, men ógvusligu spreingingarnar komu tó óvart á.
Korrespondenturin hjá TV2 í Italia sigur, at nógv ferðafólk vóru á oynni, tá hendingin fór fram, og áleið 70 fólk eru nú farin av oynni. Mynduleikarnir hava ikki sæð tað sum neyðugt, at flyta fólk av oynni, men royna tó at hjálpa teimum, ið vilja burtur frá Stromboli. Tá útbrotið hendi fóru fleiri av ferðafólkunum, ið tóku sær av løttum á strondini, í havið.
Reyð grótbræðing floymdi niður av fjallinum ímóti lítla býnum Ginostra, og hvíta og gráa roykskýggið gjørdist so stórt, at tað fjaldi Gionstra. Útbrotið kostaði eitt mannalív - tað var ein fjallaklintrari, ið doyði. Ein annar persónur er særdur.
Í dag heldur arbeiði við at temja gosfjalli fram. Flogfør kasta vatn yvir Stromboli, har skógareldar nú er komnir orsakað av gosinum. Ymisku skaðarnar verða eisini kannaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald