Eldur, sum kyknaði í einum eldri dieselbili í einum parkeringshúsið við flogvøllin í Stavanger í gjár gjørdist ógvusligari, enn tað fyrst sá út til.
Tað var ein familja, sum hevði verið burtur í jólaferiu, sum átti bilin. Tá tey komu heim í gjár, vildi bilurin ikki starta. Nakað av royki sást koma úr motorrúminum. Tá tey aftur royndu startarin, fór at brenna, og eldurin mentist skjótt.
Tað endaði við, at fleiri flogferðir til og frá Sola flogvøllinum við Stavanger máttu avlýsast og yvir túsund fólk máttu flytast burtur.
Mett verður eisini, at millum 1500 og 1600 bilar, sum vóru í parkeringshúsinum vórðu ávirkaðir av eldinum í størri og minni mun.
Tryggingarfeløgini hava enn ikki gjørt upp, hvussu umfatandi skaðin er, men rokna við, at talan verður um eitt tryggingarendurgjald á fleiri hundrað milliónir krónur, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald