Uttanlands

Ógvusligur heglingur í 30 hitastigum

Sjáldsamt fyribrigdi var í Meksiko í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-07-01 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íbúgvarnir í meksikanska býnum Guadalajara vaknaðu sunnumorgunin til eina óvanliga sjón. Ein hálvur metur av heglingi var niðurkomin.

Hóast summarhita við yvir 30 hitastigum, lógu gøturnar fjaldar av íslagnum, sum hevur elvt skaða á fleiri hundrað hús, skriva tíðindastovurnar.

- Eg havi aldri sæð nakað líknandi í Guadalajara, sigur guvernørurin í Jalisco landslutinum, Enrique Alfaro við AFP-tíðindastovuna.

- So vit spyrja okkum sjálvi, um veðurlagsbroytingarnar verulige eru sannar. Hetta náttúrufyribrigdið hava vit aldri sæð fyrr. Hetta er ótrúligt, leggur hann afturat.

Heglingur kann koma fyri í hesum økinum. Tað er mongdin av heglingi, sum er óvanlig.

Tey eru farin at rudda vegirnar, bæði sivil og herfólk, eitt nú fyri at grava bilar leysar, sum liggja í ísinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder