Uttanlands

Ógvusligur jarðskjálvti rakar Filipsoyggjar

Jarðskjálvtin, ið er máldur 6,9, hevur kravt í minsta lagi eitt mannalív, og fleiri onnur hava fingið skaða

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-12-15 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein jarðskjálvti, ið er máldur 6,9 á Richter-stiganum, hevur rakt Mindanao, sum er ein av Filipsoyggjunum.

Jarðskjálvtin er skrásettur 56 km frá stórbýnum Davao, ið við gott 1,6 mió. íbúgvum, er triðstørsti býurin á oyggjunum.

Asiatiski miðilin The Straits Times, skrivar, at ein hevur latið lív, og at fleiri eru særd. Eisini boða myndugleikarnir frá, at fleiri bygningar hava fingið skaða.

Oyggjalandið verður javnan rakt av jarðskjálvtum. Eitt nú høvdu oyggjarnar fleiri jarðskjálvtar í endanum av oktober. Í hesum sambandi lótu í minsta lagi seks fólk lív, meðan eini 600 fólk vórðu særd.

Sambært Ritzau, hevur amerikanska Pacific Warning Tsunami Center boðað frá, at eingin vandi er fyri, at jarðskjálvtin verður fylgdur av einari flóðaldu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder