Minst tíggju mótmælisfólk hava latið lív í ógvusligum samanbrestum við løgregluna í størsta býnum í Kasakstan, Almaty.
Sambært talsfólki fyri løgregluna, hava “víðgongdar styrkir” roynt at leypa á byrningarnar hjá løgregluni, og løgreglan váttar, at herurin hevur sent anti-yvirgangsdeildir inn í býin.
Tað skriva russisku tíðindastovurnar Tass og Ria.
Ógvusligu hendingarnar í miðasiatiska landinum byrjaðu um vikuskiftið, tá fólk fóru út á gøturnar at mótmæla at prísurin á brennievni er hækkaður nógv í seinastuni.
Síðan hevur stjórnin í landinum lagt frá sær, og landsins forseti, Kasym-Sjomart Tokajev, hevur lýst undantaksstøðum í stórum pørtum av Kasakstan. Eisini er útigongubann millum klokkan 23 og 07.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald