2019-11-13 15:45
Sera nógvur roykur er í Norðoyatunnlinum í løtuni. Arbeitt verður við at seta gongd á blásararnar fyri at bøta um sýnið gjøgnum tunnilin.
Orsøkin er, at ein ruskbilur fekk motortrupulleikar, sum elvdu til nógvan royk.
Meira veit løgreglan ikki um málið í løtuni.
Roykurin er tó ikki so nógvur, at tunnilin er stongdur, men vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at ferðslan er seinkað.
Arbeitt verður í løtuni við at sleipa bilin úr tunnlinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald