Sløkkiliðsfólk í Suðurnoregi arbeiða í løtuni við at sløkkja ein stóran skógareld nærhendis býnum Sokndal í Rogalandi, miðskeiðis millum Stavanger og Kristianssand.
Sløkkiliðsfólk úr øllum sunnara parti av Rogaland fylki, umframt heimaverja og sivilverjan, eru kallað inn í stríðnum móti eldslogunum. 11 tyrlur eru settar inn í sløkkiarbeiðið, og væntandi koma 12 aðrar tyrlur til økið at taka lut í arbeiðinum.
Fleiri hundrað borgarar í útjaðaranum av Sokndal eru burturfluttir, tí vandi var fyri, at skógareldurin fór at breiða seg til bygd økir.
Í Sokndal búgva umleið 3.300 fólk.
Eisini í býnum Lyngdal longur suðuri í landinum, har eisini ein skógareldur herjar, eru nakrir borgarir fluttir úr heimum sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald