Minst 3.000 fólk eru flutt burtur í amerikanska statinum Kalifornia orsaka av ógvusligum skógareldum í seinastuni. Eldsbrunin, ið hevur fingið navnið Oak Fire, nærkast nú Yosemite tjóðarlundini.
Logarnir byrjaðu fríggjadagin, og hava síðan breitt til at vera ein av størstu náttúrueldunum á jørðini í ár, skrivar Reuters.
Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, hevur lýst neyðstøðu í økinum, ið kallast Mariposa, har eldurin nú fevnir um eitt økið á góðar 63.000 ferkilometrar.
Ein hitabylgja hevur verið yvir økinum seinastu tíðina við hita upp móti 40 hitastigum. Hetta ger, at skógareldurin breiðir seg “eksplosivt”, siga lokalir myndugleikar, sambært dr.dk.
Tað er enn óvist, hvør orsøkin er til eldsbrunan, men málið verður kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald