Uttanlands

Ógvusligur skógareldur sunnan fyri Paris

Høvuðsvegurin úr franska høvuðsstaðnum móti sunnara Fraklandi er stongdur orsaka av eldinum í Fonteinebleau skóginum

(Mynd: Franck Desprez/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Franck Desprez/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-13 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eldsløkkingarfólk í hundraðtali hava í dag barst móti ógvusliga skógareldinum, sum seinnapartin í gjár kyknaði í Fontainebleau skóginum, 70 kilometrar sunnan fyri franska høvuðsstaðin, Paris.

Fyrr í dag varð boðað frá, at minst 800 hektarar av skógi vóru raktir av eldsbrunanum.

Didier Buguinet, varaborgarstjóri í býnum La Vaudoué, sigur við AFP tíðindastovuna, at líknandi eldsbruni ikki er sæddur í 30 ár í býnum, sum nú er hóttur av eldslogunum.

Sløkkiliðini brúka bæði tyrlur og flogfør í stríðnum móti eldinum, og vatnið verður tikið úr Seine ánni.

[object Object]
Eldsløkkingarflogførini taka vatn at sløkkja við úr Seine ánni (Mynd: Thomas Samson/AFP/Ritzau Scanpix)

Eldsbrunin er orsøkin til, at myndugleikarnar nú lutvíst hava stongt A6 høvuðsvegin úr Paris, sum er høvuðsvegurin móti Lyon og sunnara Frakland.

Hitin í londunum sunnast í Vesturevropa hevur verið óvanliga høgur í summar. Í Fraklandi uppliva tey triðju hitabylgjuna í tríggjar mánaðar.

Í morgin er tjóðardagur í Fraklandi, og ógvusligi hitin heldur fram.

Bara í juni mánaði eru yvir túsund fólk deyð í Fraklandi, Spania og Bretlandi orsaka av nógva hitanum, skrivar Reuters. 

[object Object]
Motorvegurin úr Paris og suðureftir er stongdur orsaka av eldi og royki (Mynd: Thomas Samson/AFP/Ritzau Scanpix)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder