Løgreglan ynskir nú at koma í samband við ein bilførara, sum – møguliga – var partur í lítlum ferðsluóhappi í Norðoyatunnlinum.
Hendingin fór fram umleið klokkan 14.50 í gjár, tá ein tungur lastbilur, sum koyrdi gjøgnum tunnilin, valdi at halda av inn á eitt víkipláss fyri at loyva eltandi bilunum framum.
Fyrsti bilurin aftanfyri megnaði at støðga, men bilur nummar tvey hevði so mikið nógva ferð á, at hann mátti høgga bremsurnar í, og hevur helst rakt bilin frammanfyri.
Fyrsti bilurin valdi tó at koyra framum lastbilin, og tá bilførarin steig út úr bilinum ansaði hann eftir, at bilurin, ið hevði rent á, koyrdi framvið. Bilførarin settist við róðrið aftur í vón um at fáa fatur á hinum bilinum aftur, men tað eydnaðist ikki.
Hesin valdi síðan at fara aftur og tosa við lastbilføraran, sum kundi vátta, at hann hevði hoyrt hvinið av bremsunum. Hann hevði eisini tosað við ein ungan mann, sum hevði undrast yvir, at bilurin frammanfyri valdi at koyra víðari.
Løgreglan metir ikki hendingina sum eina roynd at koyra undan ábyrgdini, men meira sum eina missskiljing millum partarnar.
Løgreglan vil tí fegin í samband við bilføraran, sum – eftir øllum at døma – rendi upp í bilin frammanfyri. Hetta fyri at fáa greiði á, hvat tað var, sum hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald