Innanlands

Óhapp í rundkoyringini

Elvdi til ferðsluruðuleika á Hálsi

2022-02-08 08:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættiligur ferðsluruðuleiki stóðst í ferðsluni á Hálsi í Havn, tá eitt ferðsluóhapp var í rundkoyringini við ítróttahóllina. Hetta hendi um fimm tíðina seinnapartin í gjár.

Ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og rendi í ein annan. Harvið stóðs ferðsluproppur í rundkoyringini, og løgreglan mátti tilkallast fyri at leiða ferðsluna ígjøgnum, til bilarnir vórðu fingnir burtur.

Tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús í sambandi við ferðsluóhappið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder