Innanlands

Óhappið á Argjum verður kannað

Seinnapartin í gjár vórðu eisini tvey ferðsluóhapp í ávikavist Hvannasundi og Havn.

2026-10-03 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kannað verður nú, hví ein ruskbilur fór á rull á Argjum fríggjamorgunin.

Førarin segði, sambært løgregluni, at bremsurnar vóru aktiveraðar, og átti bilurin ikki at fara á rull. Tað kann vera okkurt tekniskt, sum var orsøkin, men tað skal kannast nærri.

Tað var nakað eftir klokkan sjey í gjáramorgunin, at ein av nýggju el-ruskbilunum hjá Tórshavnar kommunu fór á rull á Rosságøtu á Argjum og endaði í einum túni. Eingin fólkaskaði var.

Sí eisini: Ruskbilur fór á rull og endaði í einum túni

Seinnapartin í gjár vóru eisini tvey onnur ferðsluóhapp.

Tað fyrra var í Hvannasundi, har ein bilur varð árendur, eftir at hann hevði bremsað fyri øðrum bili. Eingin fólkaskaði stóðst av hesum.

Seinna óhappið var á keiini í Havn, har tveir bilar rendu saman. Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder