Uttanlands

Óheft russisk sjónvarpsrás missir sendiloyvið í Lettlandi

Orsøkin er, at sjónvarpsrásin verður mett at vera ein hóttan móti trygdini hjá lettlendsku tjóðini, sigur miðlaeftirlitið í landinum

Sjónvarpsstøðin hjá TV Rain í Moskva í fjør (Mynd: Reuters)

Sjónvarpsstøðin hjá TV Rain í Moskva í fjør (Mynd: Reuters)

2022-12-06 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin missir óhefta russiska sjónvarpsrásin TV Rain (á russiskum Dozhd) sendiloyvið í Lettlandi. Orsøkin er, at hon verður mett at vera ein hóttan móti trygdini hjá tjóðini, sigur miðlaeftirlitið í landinum sambært tíðindastovuni Reuters.

Sjónvarpsrásin flutti til Lettlands í juli, í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, og var endamálið at senda óheft, saklig tíðindi og gera upp við propaganda.

Í farnu viku boðaði lettlendska trygdartænastan frá, at hon fór at kanna, um sjónvarpsrásin hevði víst russiska herinum stuðul. Tá fekk TV Rain eisini eina bót á 10,000 evrur (góðar 74,000 krónur) fyri at hava víst eitt kort yvir Russland, har hertikna Krim-hálvoyggin eisini var á, og fyri at umrøða russiska herin sum "okkara herur".

TV Rain sigur, at sendingar teirra framvegis eru tøkar á YouTube, og at allar skuldsetingar móti teimum eru órættvísar og vitleysar.

Fyri níggju mánaðum síðani varð TV Rain blokerað í Russlandi fyri "tilvitað at spjaða falska kunning um atburðin hjá russiska herinum í Ukraina", og talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sigur, at avgerðin hjá myndugleikunum í Lettlandi vísir, at onnur lond ikki eru frælsari enn Russland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder