Í dag er val í Týsklandi, og eins og øll onnur, seta valevnini eisini sín kross. Men leiðarin í konservativa flokkinum CDU, Armin Laschet, ið kann gerast næsti samveldiskanslarin í Týsklandi, hevur gjørt eitt mistak, sum kann hava við sær, at atkvøða hansara verður ógildað.
Hann hevði nevniliga lagt aktvøðuseðilin skeivt saman, tá hann fyrr í dag greiddi sína atkvøðu í heimbýnum Aachen. Sostatt bar til at síggja krossarnar á atkvøðuseðlinum, og tað kann hava við sær, at atkvøðan verður ógildað, sigur týski miðilin Bild.
Sambært týsku valreglunum skal tað nevniliga ikki bera til at síggja á samanlagda atkvøðuseðlinum, hvørjum ein hevur atkvøtt fyri.
Armin Laschett hevur, sambært Ritzau ikki viðmerkt hetta mistakið, men hann sigur, at valið í dag er eitt val, sum fer at avgera týsku kósina komandi árini, og tí telur hvør atkvøða.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Armin Laschet hevur framt óheppin mistøk. Á tíðindafundi í Erftstadt, sum varð rakt av vatnflóðini í summar, stóð hann og flenti í bakgrundini.
Valstøðini í Týsklandi lótu upp klokkan sjey í morgun okkara tíð, og lata tey aftur klokkan 17. Uppteljingin væntast at vera liðug einaferð í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald