Mentan

Ókendir geva út sítt fyrsta lag

Talan er um ungar menn við høgum ambitiónum í føroyskum tónleiki

Ókendir á Sement fyrr í ár (Savnsmynd: Gwenäel Helmsdal Carré)

Ókendir á Sement fyrr í ár (Savnsmynd: Gwenäel Helmsdal Carré)

2024-06-12 17:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska tónleikakollektivið Ókendir, hava givið út sítt fyrsta staklag. Heitið á lagnum er eisini: "Ókendir". 

Sjálvnevnda útgávan er eitt slag av temasangi fyri bólkin. Eitt illsint trapp-lag við rungandi bass, óhugnaligum klokkuspæli, og eini frískari blanding av tónleikagreinum, við atmosferiskum ljómborði og rokkutum gittara.

Í tekstinum hugleiða tveir av vokalistunum – Marius DC og Svarta – um føroyskt hipp hopp, og upprunan hjá kollektivinum.

Setningar sum “Mála hasar veggirnir líka sum Dexter” og “Steðgi ikki fyrr enn eg aftur standi og haldi í einum steypi” vísa, at hetta eru ungir menn við høgum ambitiónum í føroyskum tónleiki.

Tað eru Marius DC og Nönne, ið hava framleitt, og Nönne hevur harumframt ljóðblandað lagið. Regin Tausen spælir gittar og Jákup Tórgarð spælir á tangentar.

Ókendir gjørdu vart um seg við brakandi frumframførslu á fyrsta innleiðandi umfari á Sement í ár, ið sendi bólkin beint í finaluna. Í finaluni megnaðu teir aftur at fanga fjøldina í Reinsarínum, ið bæði klappaði og sang við til óhoyrdu løginið.

Við nýggja staklagnum og einum spennandi plássi sum fyrsta navnið kunngjørt á SKRAPT festivalinum í oktobur, og luttøku á Saltfest á Tvøroyri í summar, er árið hjá Ókendum veruliga sparkað í gongd. Ella sum teir sjálvir siga: “Framtíðin er ókend”

"Ókendir" er tøkt nú á øllum stroymingstænastum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder