Mentan

Ókendir og Jákup Eli komu víðari

Leygarkvøldið var fyrsta umfar í Sement í Reinsarínum

2024-04-14 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var fyrsta umfar av ársins Sement-tónleikakapping á Reinsarínum.

Í hesum fyrsta av tveimum undanumførum luttóku Ókendir, Attika, Viðarr, Jákup Eli, og Ingmar, og tað vóru bólkurin Ókendir og Jákup Eli, sum komu víðari til finaluna.

Um Ókendir segði dómsnevndin, at teir "tóku pallin", og tilfarið var "undirspælt, og organiskt," og "instrumentala grundin var góð hjá teimum fýra vokalistunum at úttrykkja seg við".

Jákup Eli hevði, sambært dómsnevndini "eitt egið listarligt úttrykk" og "góðar og spennandi tekstir".

Næsta umfar verður leygardagin 20. apríl, og finalan verður leygardagin 27. apríl.

Í komandi viku verða hesi at framføra: Ester Skála, Volapuck, Ragnar Finsson, gówa, og Ása Brynjardóttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder