Á middegi í gjár varð Eysturoyartunnilin tikin alment í nýtslu, og nógv fólk nýttu høvið at royna nýggja undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna.
Klokkan 21 í gjárkvøldið høvdu 12.200 bilar, sambært jn.fo, koyrt ígjøgnum tunnilin, og á midnátt var talið komið uppum 15.000.
Heilt nágreiniligt var talan um 15.242 bilar, upplýsir Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, fyri Portalinum.
Hann leggur afturat, at onkur hevði væntað, at talið fór at gerast so høgt á fyrsta degi, men vanligar gerandisdagar verður mett, at talið á bilum, sum fara at koyra ígjøgnum tunnilin, verður 5-6.000.
Í vikuni varð boðað frá, at tað fór at verða ókeypis at brúka Eysturoyartunnilin árið út, men nú boðar tunnilsfelagið frá, at tað verður ókeypis til og við 10. januar 2021.
Sambært Teitur Samuelsen er hetta ein avgerð, sum nevndin hevur tikið fyri eisini at geva fólkinum høvi at brúka tunnilin ókeypis gerandisdagar, tá ferian er liðug.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald