Danir skulu rokna við, at tannrøkt verður ókeypis í framtíðini.
Hetta er eitt av krøvunum, sum Eindarlistin hevur fingið ígjøgnum í samgonguskjalinum, sum verður kunngjørt seinnapartin.
At byrja við verða tað fyritíðarpensjónistar, kronisk skjúk og sárbær fólk, sum fáa ókeypis tannrøkt. Um tíggju har hava allir danir fingið ókeypis tannrøkt. Soleiðis ljóðar lyftið frá Eindarlistanum.
Sami flokkur kundi í morgun eisini boðað frá, at tað skjótt verður ókeypis hjá børnum og ungum upp til 22 ár at koyra tok og buss í øllum landinum. Harafturat er tað eisini semja um at taka meirvirðisgjaldið av frukt og grønmeti og seta mvg á matvørum niður í eina helvt.
Leiðarin í Eindarlistanum kom tó ikki inn á tey mál, sum flokkurin ikki hevur fingið ígjøgnum.
- Har eru mál, sum vit als ikki brýggja okkum um, segði Pelle Dragsted við fjølmiðlar uttan fyri Marienborg í dag, men kom ikki nærri inn á, hvat hetta snýr seg um.
Djóravælferð
Hin stuðulsflokkurin á vinstraveinginum, Alternativet, hevur fingið nøkur krøv ígjøgnum, sum snýr seg um djóravælferð og donsku svínaframleiðsluna, eitt nú bann móti at klipp balarnar á svínum, og sokallaða ‘fiksering’ av súm. Tá tosað verður um ‘fiksering’, er talan um at súgvin verður spent føst, so at hannara rørsla verður avmarkað, so at hon ikki ger skað ungarnar.
- Við okkara ynski fáa vit ein landbúnað, sum er nógv meira í tráð við burðarførið hjá jørðini, sigur Franciska Rosenkilde frá Alternativet, sambært DR.
Fáa dýra biðidag aftur - við treytum
Nýggja stjórnin letur eisini upp fyri møguleikanum at seta dýra biðidag í gildið aftur sum frídag í Danmark.
Men tað verður í fyrsta lagið frá 2030 at rokna, og við teirri treyt, at ískoytið, sum starvsfólk fingu oman á lønina tá frídagurin varð avtikin, hvørvur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald