Innanlands

Økið kring minnisvarðan fríðkað

Vágur: Á økinum eru nú fleiri benkur og borð har fólk kunnu leita sær at njóta løtuna

(Mynd: vagur.fo)

(Mynd: vagur.fo)

2019-08-20 08:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu árini hevur býarfríðkan verið ovarliga á dagsskránni hjá Vágs kommunu. Tað er eisini sjón fyri søgn kring um í kommununi, at alsamt fleiri økir eru vorðin sera vøkur og innbjóðandi. Í ár er minnisvarðaøkið í miðbýnum fríðkað, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Millum annað er nýggj gøta løgd niðan til minnisvarðan. Atgongdin til rørslutarnað er eisini hesum sambandi betrað. Fleiri økir eru gjørd við vøkrum blómum og runnum. Og á økinum eru eisini fleiri benkur og borð sett upp, soleiðis at fólk kunnu leita sær niðan á økið at njóta løtuna.

Tað eru Jón Vilhelm og John Signar Toftum í tekniska toyminum hjá Vágs kommunu, sum hava staðið fyri arbeiðinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder