Økistónar, ið er ein stuðulsskipan, sum Tónleikasamband Føroya hevur arbeitt við saman við føroyskum kommunum og landsmyndugleikunum, sær sostatt út til at fáa eina flúgvandi byrjan.
Tónleikarsambandið fegnast um hendan ovurstóra áhuga og íverksetanarhug at skipa fyri konsertum í Føroyum.
Nevnd vald at viðgera umsóknir
Tónleikasamband Føroya og Kommunufelagið hava valt eina nevnd, ið skal meta um umsóknirnar, og hvussu stuðulin til Økistónakonsertirnar verður latin. Tey fimm, ið mannað nevndina eru: Eyðun Christiansen, Malan Thomsen, Rani Nolsøe, Dagfinn Olsen og Siri Súsonnadóttir Hansen.
Eisini er greitt, at samanlagt verður søkt um gott og væl tríggjar ferðir størri upphædd enn tær 380.000 krónurnar, sum eru í puljuni. So nevndin hevur eitt stórt arbeiði fyri framman at meta um, hvussu stuðulin verður latin á bestan hátt.
Fjøltjáttað
Stuðulstíðarskeiðið, sum søkt verður um í ár, er oktober, november og desember.
Umsóknirnar eru av fjøltáttaðum slag og umfata allar flestu øki í landinum.
Umsóknirnar eru somuleiðis sera ymiskar, bæði hvat viðvíkur kørmum og tónlistarligum innihaldi. Hetta samsvarar sera væl við endamálsorðingarnar um Økistónar, ið eitt nú snúgva seg um margfeldni, góðsku og regluligt virksemi, og tað gleðir Tónleikasamband Føroya seg um.
Økistónar tryggjar løn til tónleikarar
Økistónar er skrúvað soleiðis saman, at søkjast kann um stuðul at rinda tónleikarum minstuløn til konsertir. Sostatt liggur tað fast, at líkamikið, hvønn stuðulin verður latin til, so er stuðulin oyramerktur sum løn til føroyskar tónleikarar, tá hesi framføra til konsertir, sum eru umfataðar av skipanini.
Talan er um 2.000 kónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi fimm minstulønir – tað vil siga í mesta 10.000 krónur – fyri hvørt konsert tiltak.
Fáa svar fyrst í september
Av tí, at talan er um eina royndarskipan, so verður skipanin eftirmett loypandi. Lagt er upp til, at 2025 eisini verður eitt royndarár, soleiðis at óvæntaðar avbjóðingar og møguligir vansar við skipanini kunnu rættast til, fyri at skipanin verður til mest møguligt gagns bæði fyri kommunur, land, og ikki minst tónlistafólk og borgararnar í landinum. Vónandi fara vit øll at kenna ágóðan av nýggju skipanini komandi mongu árini.
Nevndin er nú farin at viðgera allar umsóknirnar, og umsøkjararnir fáa svar fyrst í september. Tá verður meira at frætta um, hvussu føroyska konsertlandslagið fer at síggja út, nú Økistónar gerst partur av føroyska konsert gerandisdegnum.
Longu nú er tað kortini vist, at fleiri konsertir verða.
Tónleikasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald