Mentan

Økistónar: Fyrsta konsertin og framløga um skipanina

Á tiltakinum í Kollshøll á Eiði verður greitt nærri frá, hvussu nýggja tónleikaskipanin í Føroyum hongur saman. Tað byrjar klokkan 19.30 - sjálv stuðulsskipanin, sum millum annað skal tryggja minstuløn, byrjar 1. oktober

- Tiltakið er ætlað miðlum, teimum sum eru áhuga í at skipa fyri konsertum og fólki annars, sum eru áhuga í tónleiki og mentan kring alt landið. Eisini verður fyrsta Økistónar konsertin framførd við Guðrið Hansdóttir og bólki (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Tiltakið er ætlað miðlum, teimum sum eru áhuga í at skipa fyri konsertum og fólki annars, sum eru áhuga í tónleiki og mentan kring alt landið. Eisini verður fyrsta Økistónar konsertin framførd við Guðrið Hansdóttir og bólki (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-18 11:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1. oktober fer nýggja stuðulsskipanin fyri konsertfyriskiparar, Økistónar, av bakkastokki. Tískil bjóða Tónleikasamband Føroya og Eiðis kommuna inn til eitt tiltak í Kolshøll í kvøld, týsdagin 18. juni klokkan 19.30. 

Har verður greitt frá, hvussu Økistónar er skrúvað saman, hvør kann nýta grunnin, hvussu søkt verður og so framvegis.

Tiltakið er ætlað miðlum, teimum sum eru áhuga í at skipa fyri konsertum og fólki annars, sum eru áhuga í tónleiki og mentan kring alt landið.

Eisini verður fyrsta Økistónar konsertin framførd við Guðrið Hansdóttir og bólki.


Økistónar – ein skipan, sum tónleikarar og tónleikaáhugað fara at merkja

Skipanin eggjar fyriskiparum til økt konsertvirksemi kring alt landið innan øll tónleikasløg. Skipanin tryggjar somuleiðis minstuløn til tónleikarar.

Síðan Tónleikasamband Føroya varð sett á stovn fyri stívliga tveimum árum síðani, hava tey arbeitt við at menna skipanina Økistónar. Hetta er gjørt í samstarvi við fólk í tónleikavinnuni, kommunurnar og landsmyndugleikan. Í oktober í ár fer skipanin so loksins av bakkastokki.

Økt virksemi, størri trivnaður

Tónleikasamband Føroya væntar, at Økistónar grundleggjandi fer at broyta tónleikaumhvørvið til tað betra. Grundtankin við skipanini er at geva konsertfyriskiparum betri fíggjarligar fyritreytir at virka undir, og soleiðis skapa støðugt konsertvirksemi; árið runt, landið runt. 

Ein stór avbjóðing við livetónleiki í Føroyum er reglusemi. Við øktum virksemi kunnu konsertfyriskiparar hava konsertir regluliga. Náttúrliga skapar hetta avleitt virksemi og fer uttan iva at geva rúmd fyri øktum trivnaði.

Við øðrum orðum gevur Økistónar føroyskum tónleiki eginleikan at virka økismennandi og samansjóðandi.

Í verandi støðu himprast konsertfyriskiparar ofta at bóka konsertir, sum tey halda eru spennandi, tí tey ivast í, um tey megna kostnaðin. Við Økistónum fáa konsertfyriskiparar høvi at taka á seg størri vága, tá tey bóka nøvn til teirra spælistøð, tí skipanin tryggjar, at tónleikarar fáa altíð eina minstuløn.

Tónleikasamband Føroya metir sostatt, at Økistónar eggjar til menning á mongum mótum. Her verður eitt nú hugsað um uppbygingartilgongd, har miðað verður eftir at skapa eina konsertmentan og eitt reglusemi, har borgarar í ymsu kommunum kunnu rokna við leveringstrygd og dygd, og har konsertfyriskiparar orka at halda á, og tónleikarum er tryggjað ið hvussu er eina minstuløn.


Tryggjar løn, fleiri konsertir og fjølbroytni

Økistónar tryggjar tónleikarum eina minstuløn, tí stuðulin verður ítøkiliga latin konsertfyriskiparum sum løn til tónleikarar.  Tað verða konsertfyriskiparar, ið søkja um stuðul til konsertir, og stuðulin verður latin at rinda sum minstaløn til framførandi tónleikarar; 2.000 krónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvørt tiltak. 

Skipanin skal somuleiðis gera tað møguligt hjá tónleikarum at ferðast innanlands við teirra tónleiki, og soleiðis lættari at virka sum skapandi tónleikari her á landi.
Økistónar fer tann vegin at tryggja fleiri almennar framførslur.

Við øktum virksemi verður eisini størri rúmd fyri fjølbroytni og einum hægri støði á øllum liðum í føðiketuni.
Vónin er at skapa grundarlag fyri smølum sjangrum, samstundis sum tann meira siðbundni fólksligi tónleikurin somuleiðis fær eitt tryggari grundarlag at mennast á.


Økismenna og byggja land

Talan er um eina fevnandi skipan. Skipanin íroknar øll øki, eisini har fólkagrundarlagið ikki er so stórt. Økistónar tekur heldur ikki dagar ímillum, hvat slag av tónleiki, talan er um. Høvuðsfyritreytin fyri stuðuli er virkishugur og ítøkiligar ætlanir.

Við Økistónum metir Tónleikasamband Føroya, at vit byggja vit land – menturnarliga, handilsliga og eisini á sosial politiska mótinum.

Hyggja vit at norðanlondum eru skipaninar ymiskar, men felags fyri øll er, at tey hava eina slíka skipan, og hava havt í áratíggju. Tey hava nevnuliga viðurkent, at skal tónleikurin støðast, er alneyðugt, at hann eisini kann virka í høpum, sum ikki er burturav kommersielt grundað.

Sáttmálabundin skipan

Allar Økistóna konsertir skulu vera sáttmálabundnar fyri at tryggja gjøgnumskygni og tryggja, at pengarnir fara til tey framførandi. 

Sum nevnt verða fyrstu økistóna konsertirnar í oktober í ár, takka verið góðum samstarvi við Kommunufelagið, kommunur, landspolitisku myndugleikarnar og fakfólk við royndum innan júst hetta økið, her heima, og í londunum kring okkum.

Flestu kommunur í landinum eru partur av skipanini, og kunnu sostatt vænta økt tónleikavirksemi longu til heysta.

Eiðistiltøk og Tónleikasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder