Uttanlands

Økisval í Hong Kong í dag: Methøg valluttøka

Í dag er munandi meira friðarligt í Hong Kong, sum hevur verið plágað av ófriði seinasta hálva árið

Langar bíðirøðir uttanfyri valstøð (Mynd: EPA)

Langar bíðirøðir uttanfyri valstøð (Mynd: EPA)

2019-11-24 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er økisval í Hong Kong, har 452 limir skulu veljast til 18 ymisk økisráð.

Hong Kong hevur seinasta hálva árið verið plágað av ófriði, men orsakað av valinum er munandi meira friðarligt í dag.

Sambært TV2 hava fólk úr mótmælisrørsluni heitt á fólk um ikki at órógva valið, men nógv fólk eru enn bangin fyri, at valið verður órógvað á onkran hátt, og er løgreglan eisini til reiðar.

Valstøðini lótu upp klokkan 7.30 í morgun, lokala tíð, og valluttøkan hevur verið óvanliga høg.

Sambært tíðindastovuni Reuters verður hetta økisvalið av nógvum roknað sum eina fólkaatkvøðu um stuðul til atfinningarsomu mótmælisrørsluna í Hong Kong.

Vanligt er nevniliga ikki, at eitt økisval í Hong Kong vekjur so nógv ans, men í dag er støðan ein onnur. Valevni, sum stuðla mótmælisrørsluni vóna at fáa eitt gott val, sum kann senda ein boðskap til politiska leiðaran, Carrie Lam, sum hevur noktað at lurta eftir krøvunum hjá mótmælisfólkunum.

Valluttøkan var í morgun longu dupult so høg sum við seinasta økisvalið fyri fýra árum síðani, og gott 400.000 nýggir veljarar hava latið seg skráseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder