Mentan

Okkara Land latið 30.000 krónur til Barnabata

Partur av atgongumerkjasøluni hjá Okkara Land fór til Barnabata, og í dag varð stuðulin latin

Maria J. Joensen, samskipari á 116111 Tú & eg ráðgevingini, og Dan Joensen, fyriskipari av Okkara Land

Maria J. Joensen, samskipari á 116111 Tú & eg ráðgevingini, og Dan Joensen, fyriskipari av Okkara Land

2024-06-13 15:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Okkara Land, sum var í Marknagili 1. juni, hevur í dag latið Barnabata stuðul.

Dan Joensen, fyriskipari av konsertdegnum, handaði Mariu J. Joensen, samskipara á 116111 Tú & eg ráðgevingini, kekkin áljóðandi 30.000 krónur fyrrapartin.

Upphæddin er partur av atgongumerkjasøluni hjá konsertdegnum.

- Vit í Barnabata takka hjartaliga fyri flottu gávuna frá Okkara Land. Gávan verður ein liður í arbeiðinum at menna 116111 Tú & Eg ráðgevingina, sum er ein ráðgeving, har børn og ung kunnu venda sær við ymiskum spurningum og ivamálum, ella hava tørv á onkrum at tosa við, sigur Maria J. Joensen frá Barnabata.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er fyrsta árið at skipað var fyri Okkara Land, og talan er um ein "Syngið við konsertdag" við 18 ára aldursmarki.

- Vit fegnast um at lata Barnabata hendan stuðulin og gleðast um at stuðulin kann hjálpa børnum og ungum, sigur Dan Joensen, fyriskipari.

Okkara Land var 1. juni, og hóast illfýsið veður og verkfall riggaði dagurin sum heild væl.

- Framførslurnar gingu væl og lagið millum áhoyrararnar var gott. Tað heila hevði verið eitt sindur lættari um verkfall og veður ikki vóru ímóti okkum, men sum heild eru vit nøgd við  konsertdagin, sigur Dan Joensen, fyriskipari av Okkara Land.

Verkfallið hevði millum annað við sær at brennievni var mangulvøra og at hýruvognarnir ikki koyrdu um kvøldi og um náttina.

Dan Joensen sigur, at ætlanin er at skipa fyri Okkara Land aftur næsta ár, og tað verður væntandi um somu tíð - um mánaðarskiftið mai/juni.

Sí eisini: Myndir frá Okkara Land 2024

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder