Í dag hava fólk verið í gongd á parkeringsøkinum uttanfyri næmingaheimið í Marknagili í Havn, har stórur konsertdagur verður leygarkvøldið.
Arbeitt hevur verið við at byrgja økið inni og eisini at seta pallin upp.
Fyrireikingarnar ganga væl, og veðrið sær út til at halda sær, siga fyriskipararnir.
Tað hava verið nakrar avbjóðingar, men við góðari hjálp og ágrýtni vænta vit, at vit fáa ein sera góðan festival, sigur Dan Joensen, fyriskipari.
Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri Okkara Land, og størsta navn á plakatuni er Týr. Hini, sum fara at spæla eru Danny & The Veetos, Tinganest, Exit Light, Hitmen, Sway, Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall, Anfinn Nielsen, Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Bjarki Hansen, Dánial Gomez, Kári Fossdalsá og sum plátuvendari Ottar Skottar.
Møguleiki er at fáa armbond á økinum í Marknagili frá klokkan 13 leygardagin.
(Grein broytt 31. mai kl. 11:02. Áður stóð, at skipað var fyri náttarbusskoyring. Soleiðis verður kortini ikki. Hetta er orsakað av verkfallinum.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald