Mentan

Okkara Norðlýsið: Norðlýsið fær sína egnu øl

Í sambandi við, at tað í ár eru 30 ár, síðani Birgir Enni byrjaði sína ferð á Norðlýsinum, og at Birgir fyllir 70 ár 27. apríl kemur Okkara við nýggjari øl

2019-04-16 15:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sigur ein Norðlýsið, má ein eisini siga Birgir Enni. Hetta parið hevur verið saman nú í 30 ár og Birgir hátíðarheldur samstundis sín 70 ára føðingardag. Í tí sambandi kemur Okkara út við nýggju ølini Norðlýsið.

Vit kenna øll Norðlýsið, men kanska kenna øll ikki søguna handan hesa flottu og eyðkendu skonnart. Norðlýsið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju, og lá klár at nýta sama dag sum Annar Verðaldarbardagið endaði, nevnliga 5. mai 1945. Norðlýsið bleiv nýtt sum fiskiskip heilt fram til 1980.

Síðan hava bæði føroyingar og útlendingar nýtt ágóðan av hesi vøkru skonnart. Ein serstakur møguleiki at síggja Føroyar úr einum øðrvísi sjónarhorni afturvið einum góðum bita frá Birgir Enni, eitt nú hansara verðinskendu fiskasúpan.

Tað eru í ár 30 ár síðan, at Birgir byrjaði sína ferð á Norðlýsinum og setti bæði Norðlýsið og Føroyar á breddan við sínum góða mati og ikki minst lívligu og gevandi forteljingum. Afturat tí verður Birgir 70 ár 27. apríl, og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast.

Okkara hava í tí sambandi gjørt eina Brown Ale, sum kallast Norðlýsið, fyri bæði at fagna hesi serstøku skonnart, sum er bygt í Føroyum, og hevur tænt føroyingum síðan 1945, og somuleiðis fyri at hátíðarhalda Birgir Enni og hansara megnar arbeiðið umborð. Ølin við sínum søta, brenda karamel- og maltsmakki hóskar sjálvandi væl til fiskasúpanina hjá Birgeri og afturvið føroyskum mati annars.

Birgir Enni sjálvur er sjálvandi bæði fegin og errin um hesa ølina og sigur, at hann sjálvandi fer at borðreiða við Okkara Norðlýsið til føðingardagin og umborð á Norðlýsinum. ‘Tað hevur bara manglað at Føroya kendasta skonnart fekk sína egnu øl, og so ger tað tað bara eyka serstakt, at ølin kom út í sambandi við mín føðingardag’, sigur Birgir Enni við einum smíli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder