Innanlands

Okkum tørvar betri ferðavinnuhagtøl

Nýggja játtanin til hagtøl, verður til Hagstovuna at menna og reka skipanina TSA, og við hesu skipan koma føroysku hagtølini at verða gjørd upp eftir føstum altjóða leisti

Vit vita alt ov lítið um, hvussu ferðavinnan í roynd og veru er samansett, og hesum skulu vit nú fáa greiðu á, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Jan Müller)

Vit vita alt ov lítið um, hvussu ferðavinnan í roynd og veru er samansett, og hesum skulu vit nú fáa greiðu á, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Jan Müller)

2022-10-02 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvis- og vinnumálaráðið: Vit vita, at stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni, seinnu árini. Men vit vita alt ov lítið um, hvussu ferðavinnan í roynd og veru er samansett.

Hvørjir partar av ferðavinnuni løna seg best? Hvussu nøgd eru ferðafólkini? Hvar í landinum brúka ferðfólkini pening, og hvussu er atferðin hjá ferðafólkum úr ymiskum londum.

Hesar, og nógvar aðrar spurningar, tørvar okkum at fáa greiðu á, fyri at kunna stýra miðvíst og menna ferðavinnuna, so at hon gagnar føroyska samfelagnum best, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Nýggja játtanin til hagtøl, verður til Hagstovuna at menna og reka skipanina TSA (Tourism Sattelite Account). Við hesu skipan koma føroysku hagtølini at verða gjørd upp eftir føstum altjóða leisti, soleiðis at gongdin í okkara ferðavinnu kann berast beinleiðis saman, við ferðavinnuna í øðrum londum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder