Uttanlands

Oklahoma fingið ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA

Fosturtøka verður bannað frá fyrsta degi av viðgongutíðini, við fáum undantøkum, og fólk kunnu saksøkja tey, sum hjálpa kvinnu við at fáa fosturtøku

Kevin Stitt, guvernørur í Oklahoma (Mynd: EPA)

Kevin Stitt, guvernørur í Oklahoma (Mynd: EPA)

2022-05-26 18:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kevin Stitt, guvernørur í amerikanska statinum Oklahoma hevur undirskrivað eina lóg, sum verður sæð sum tann strangasta fosturtøkulógin í USA.

Lógin bannar fosturtøkur frá fyrsta degi í viðgongutíðini, við fáum undantøkum, og loyvir borgarum at saksøkja tey, sum hjálpa kvinnum at fáa framda fosturtøku.

Nýggja lógin loyvir fosturtøku, tá talan er um neyðtøku, insest, ella um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda. Lógin bannar ikki fyribyrging.

– Eg lovaði borgarum í Oklahoma, at eg fór at undirskriva eina lóg, sum er fyri rættin til lív. Eg eri errin av at kunna halda mítt lyfti í dag, sigur guvernørurin.

Sambært nýggju lógini skulu fólk, sum hava hjálpt einari kvinnu við at fáa fosturtøku gjalda í minsta lagi 10.000 dollarar í endurgjald fyri tort og sviða, um tey tapa í rættinum. Talan er um eina upphædd, sum svarar til góðar 70.000 krónur, skrivar Ritzau.

Nýggja fosturtøkulógin í Oklahoma er gjørd við íblástur frá einari umstríddari fosturtøkulóg í Texas, sum bannar fosturtøku eftir sættu viku av viðgongutíðini.

Spurningurin um fosturtøku hevur verið nógv frammi í USA seinastu tíðina, eftir at eitt skjal varð likið úr hægstarættinum, sum vísti, at at ein meiriluti av teimum níggju dómarunum í hægstarættinum tykist at taka undir við at ógilda avgerðina frá 1973 – Roe v. Wade – sum tryggjaði kvinnum í USA rættin til at velja fosturtøku.

Hægstirætturin, har meirilutin av dómarunum eru konservativir, væntast at koma við bindandi avgerð hesum viðvíkjandi nú í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder