26. mai vórðu tilsamans 257 tilburðir av apupokum staðfestir umframt at illgruni var um 120 tilburðir afturat í 23 limalondum hjá Heimsheilsustovninum, WHO, har sjúkan vanliga ikki ger um seg.
Sambært WHO kann orsøkin til, at so nógvir tilburðir brádliga verða staðfestir í londum, har sjúkan vanliga ikki finst, møguliga vera tann, at mann ikki hevur havt eins gott eftirlit við sjúkuni í hesum londum, sum mann hevur nú.
Tí kann eisini væntast, at fleiri tilburðir verða staðfestir, tá lond byrja at hava betri eftirlit við sjúkuni, sigur WHO sambært Reuters.
Higartil er eingin fráboðan komin um nakað andlát, sum er sett í samband við nýggju tilburðirnar, og er vandin fyri almennu fólkaheilsuna ikki serliga stórur, sigur WHO.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald