Innanlands

Økt kavbátavirksemi men lítið eftirlit

Upp á fyrispurning frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sigur danski verjumálaráðharrin at sjóverjan ikki hevur serliga góðar møguleikar at varnast møguligt kavbátavirksemi kring Føroyar

Ein amerikanskur kavbátur í Nólsoyarfirði 17. mai (Mynd: Sverri Egholm)

Ein amerikanskur kavbátur í Nólsoyarfirði 17. mai (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-15 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at tveir amerikanskir kavbátar við stuttum millumbili vitjaðu í Nólsoyarfirði í mai mánaði, spurdi Sjúrður Skaale danska verjumálaráðharran um ørindini hjá kavbátunum. Og um tað fyrr er komið fyri, at kavbátar síggjast kring Føroyar.

Fólkatingsmaðurin hevur nú fingið svar frá verjumálaráðharranum. Í svarinum sigur verjumálaráðharrin, at tað síðani 2012  – burtursæð frá í ár – bert er komið fyri eina ferð áður, at ein útlendskur kavbátur boðar frá vitjan í Føroyum. Tað var tá ein týskur kavbátur kom til Føroya í 2017. Ráðharrin sigur seg ikki vita um fleiri fráboðanir um kavbátar í føroyskum øki, eins og tað hava verið í Grønlandi seinastu áratíggjuni.

Av svarinum framgongur tó eisini, at danska sjóverjan ikki hevur serliga góðar møguleikar at varnast møguligt kavbátavirksemi kring Føroyar.

Svarið frá verjumálaráðharranum kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder