Innanlands

Økt virksemi í 3. ársfjórðingi hjá BankNordik

Tølini bera boð um, at kundar bankans sum heild eru væl fyri fíggjarliga, og alsamt fleiri føroyingar velja at fíggja bústaðin við realkredittláni

2019-10-29 07:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

BankNordik kunnger í dag roknskapin fyri 3. ársfjórðing, sum er serliga merktur av øktum virksemi, afturførdum niðurskrivingum og lágum rentum. Tølini bera boð um, at kundar bankans sum heild eru væl fyri fíggjarliga, og alsamt fleiri føroyingar velja at fíggja bústaðin við realkredittláni. 

- Hóast marknaðarumstøðurnar og framhaldandi lága rentustøðið gera tað avbjóðandi at reka bankavirksemi, eru vit nøgd við úrslitið. Vøksturin í 3. ársfjórðingi stavar serliga frá vøkstri á realkredittøkinum, hækkandi tryggingarinntøkum og afturførdum niðurskrivingum. Góða gongdin hevur við sær, at nettoúrslitið fyri árið væntandi verður betri enn upprunaliga mett, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. 

Einki røkist fyri, at lága rentustøðið á altjóða marknaðinum fer at broytast fyribils. Til tess at viga upp ímóti teimum útreiðslum, sum negativu renturnar hava við sær fyri bankan, lækkaði BankNordik herfyri allar innlánsrentur. Fyri vinnukundar merkir hetta, at innlánsrentan er vorðin negativ. 

Vøkstur í realkredittlánum

Lága rentustøðið er ein fyrimunur fyri kundar, ið skulu taka lán til bústaðin. Hetta sæst aftur í vøkstrinum í realkredittlánum í BankNordik.

-Føroysku húsarhaldini hava vanliga fíggjað bústaðin við bankaláni, men nú bendir nógv á, at hetta fíggingarmynstrið er við at broytast. Alsamt fleiri av okkara kundum velja realkredittlán, sum í hesum døgum gevur møguleika fyri einari fastari lágari rentu. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum uml. 200 mió. kr., sigur Árni Ellefsen. 

Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í virkseminum hjá dótturfe- løgum bankans. Inntøkurnar hjá Trygd eru øktar, og fáir stórir skaðar hava verið. Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur, og Skyn avgreiddi umleið 190 ognarsølur ársins fyrstu 9 mánaðar. 

Nýggj deild letur upp í Klaksvík

Í næstum letur BankNordik nýggja bankadeild upp á Biskupstorginum í Klaksvík. Nýggja deildin er partur av stóru byggiverkætlanini, ið skal vera við til at menna miðbýin í Klaksvík. Endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar. Almenn móttøka verður 14. november. 

Roknskapurin í stuttum

Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 130 mió. kr. samanborið við 137 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 80 mió. kr. samanborið við 93 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

Rakstrarúrslitið gjørdist 211 mió. kr. samanborið við 230 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

Úrslitið fyri skatt gjørdist 201 mió. kr. samanborið við 286 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018. Stóri munurin stavar í mestan mun frá stakinntøkum í sambandi við søluna av høvuðssæti bankans.

Útlán bankans vóru 10 mia. kr., sum er á sama støði sum í fjør.

Innlán bankans hækkaðu úr 13,2 mia. kr. í 3. ársfjórðingi í 2018 upp í 13,5 mia. kr.

Realkredittlán hækkaðu úr 12,1 mia. kr. í 3. ársfjórðingi 2018 upp í 12,9 mia. kr.

Solvensurin hækkaði úr 17,6% í 3. ársfjórðingi 2018 upp í 21%.

Leiðslan varðveitir væntanirnar um eitt rakstrarúrslit fyri roknskaparárið 2019 áðrenn niðurskrivingar millum 160 og 200 mió. kr. (1.-3. ársfjórðing 2019: 130 mió. kr.).

Tann 18. oktober hækkaði BankNordik væntanirnar til nettoúrslitið fyri 2019 úr 150 180 mió. kr. til 170-210 mió. kr. (1.-3. ársfjórðingur 2019: 158 mió. kr.).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder