Innanlands

Øktur miðal livialdur krevur nýskipanir, skal fíggjarpolitikkurin vera haldførur

Øktur livialdur er eitt tekin um, at heilsan hjá búfjøldini í síni heild verður betri. Men tað krevur eina endurskoðan av vælferðarskipanini, skulu almennu inntøkurnar røkka til almennu útreiðslurnar í framtíðini, so eitt vanbýti av vælferð millum ættarlið ikki fer fram

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-29 09:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbanki Føroya: Í 1988, tá ið Føroyar yvirtóku almannamál, og harvið útreiðslurnar til fólkapensjón, livdi vanligi føroyingurin í miðal umleið 15 ár, tá hann var farin upp um pensjónsaldurin 67 ár. Síðani tá er livialdurin øktur við fýra árum, og føroyingar liva sostatt í dag í miðal 19 ár sum pensjónistar. Hóast livialdurin er øktur við fýra árum, hevur pensjónsaldurin verið óbroyttur hetta tíðarskeiðið.

Myndin niðanfyri vísir væntaðu livitíðina á pensjón undir trimum ymiskum fortreytum. Grønu stabbarnir vísa samtykta pensjónsaldurin, ið verður hildin støðugur á 68 ár fram til 2060. Tá verður væntaða livitíðin á pensjón áleið 22 ár í 2060.

[object Object]

Hækkar pensjónsaldurin hinvegin hálvt ár, fimta hvørt ár fram til 2060, er væntaða livitíðin á pensjón sum í dag, á umleið 19 ár. Hækkar pensjónsaldurin hinvegin við einum ári, fimta hvørt ár frá 2035 til 2060, lækkar livitíðin á pensjón stigvíst til 17 ár tey komandi 40 árini.

Neyðugt er at hækka pensjónsaldurin, men hóast pensjónsaldurin hækkar, so verður miðal livialdurin sum pensjónist framhaldandi hægri enn tá Føroyar yvirtøku almannamál, tá miðal livialdurin eftir pensjón var 15 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder