Okur í bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri syrgja, tvørafólk syrgja, suðuroyingar syrgja, Føroyar syrgja, jeg syrgi um okkara kæru, andríku, fyrikomandi og vísu Karlu, sum bara 29 ára gomul skuldi lata lív á víkingaferðini til Norra við seksæringinum Naddoddi.
Okur øll bíðaðu í bivandi trongd eftir at frætta og kunngera, hvønn vit høvdu mist ta lagnutungu løtu, tá ið ódnin har eysturi kravdi ein av manningini á Naddoddi.
Tað varð Karla Dana.
Henda sera dámliga, unga vísindakvinna úr Meksiko, sum búði í Orlandi í Florida í USA búleikaðist í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri í hálvaaðru viku, til veðrið loyvdi teimum at leggja frá landi og út á hav á ta lagnutungu víkingaferðina til Norra.
Tað var ein dagin í neystinum, at Karla spurdi mjeg, um jeg visti, hvaðan tey kundu útvega sær góð, ullint klæðir til at vera í á ferðini. Tað var skjótt at koyra suður á heimavirkið í Vági við trimum av manningi at keypa tað føroyska ullinta, sum ikki fæst betri.
Karla Dana var jødi, og tað var grundin til, at jeg fegin vildi sleppa at geva henni eitt eintak av Søguni um jødarnar, bókini hjá mær. Karla var um at fara oman á brúnna, tí Naddoddur skuldi avstað. Tó, tað slapp hon ikki, fyrr enn hon hevði sæð, at jeg hóskiliga hevði signerað bókina, og tað eri jeg ómetaliga fegin um, tí at Karla var líka so fegin sum jeg – haldi jeg.
Karla stóð brosandi á brúnni ímillum bátsfelagarnar Martin Fitze, skiparan Andy Fitze, Livar Nysted, Seany Blaser og Georg Aebi.
Karla Dana kemur ongantíð aftur í Naddoddaneystið. Okur hava mist hana. Hóast tað er lítil uggi, fer hon at liva í okra minni sum tann eksotiska Karla Dana, tí tað ber ikki til at gloyma hana.
Takk fyri alt, Karla!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald