Á Føroya Bjór vóru tey óvanliga hugstoytt, tá tey hósdagin lósu lógaruppskotið frá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, um nýggja pantskipan.
Fyri Anniku Waag og Føroya Bjór kemur hetta oman á bakkastið, sum bryggjaríið upplivdi í sambandi við, at almenna rúsdrekkasølan herfyri ikki longur vil selja øl frá Føroya Bjór í fløskum í sínum útsølum.
Men tað, sum nú kemur sum steinur oman á byrju er, at fyritøkan, sum sambært lógaruppskotinum skal hava lógartryggjað rættindi til at standa fyri innsavningini, IRF, skal hava 50 oyru fyri hvørja fløsku og hvørt ílat, sum verður koyrd út úr bryggjarínum í Klaksvík.
- Fyri okkum verður hetta er ein eykarokning upp á 4 milliónir krónur um árið. Og fýra milliónir krónur svarar til tað, sum okkara vinningur plagar at vera. Altso allur vinningurin verður tikin frá okkum fyri at vera við í hesi skipanini.
Annika Waag, virkisleiðari á Føroya Bjór (Mynd: Jens Kr. Vang)
- Men eitt pantigjald verður væl saktans sett oman á prísin, spyrja vit.
- Um vit settu tað oman á prísin, so høvdu vit verið enn verri fyri í kappingini móti innflytarunum av útlendskum drykkjuvørum, enn vit eru frammanundan. Tú skalt minnast til, at Føroya Bjór her er í harðari kapping við risastórar fleirtjóða fyritøkur, sum hava fingið fría atgongd inn á føroyska marknaðin, sigur Annika Waag og leggur afturat:
- Tað eru jú ikki okkara fløskum, sum kundin hevur trupulleikar við at sleppa av við. Tað tann margfaldi hópurin av innfluttum fløskum og íløtum, sum er trupulleikin. Tað er tí at vit halda uppá, at uppskotið til nýggja pantskipan einans er gjørt fyri innflytararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald