Innanlands

Øl úr Vági á marknaðin í morgin

Ølin Huldugentan av slagnum NEIPA, fer á hillarnar í Rúsuni í morgin. Hetta er fyrsta ølin, sum mikrobryggjaríið Biskupskelda kemur út við

Anker Eli Petersen hevur teknað etikettuna til Huldugentuna (Mynd: Biskupskelda)

Anker Eli Petersen hevur teknað etikettuna til Huldugentuna (Mynd: Biskupskelda)

2021-03-18 14:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin kemur nýggj føroysk øl frá mikrobryggjarínum Biskupskelda í Vági á marknaðin. Talan er um ølina Huldugentan, sum er ein NEIPA-øl, sum verður at fáa til keyps í deildunum hjá Rúsuni kring landið fríggjadagin. NEIPA er stytting fyri slagið “New England Indian Pale Ale”.

Um ølina verður sagt, at hon hevur góðan smakk, og frískligan smakk av sitrum og frukt.

- Vit eru sera spentir uppá móttøkuna av Huldugentuni, siga teir tríggir Dennis Holm, Magnus Brattaberg og Bárður G. Nielsen, sum eru eigarir av mikro-bryggjarínum Biskupskelda.

- Vit hava í útvið eitt ár arbeitt fram ímóti at kunna fara á marknaðin við nýggjum føroyskum øli - og í morgin er so stóri dagurin, tá Huldugentan fer á hillarnar í Rúsuni, siga teir tríggir í tíðindaskrivi.

Navnið Huldugentan stavar frá kvæðinum um Huldugentuna, sum Johan Djurhuus úr Sumba (1885-1960), vanliga nevndir Johan á Høggeil, yrkti í 1927, meðan hann arbeiddi í elverkinum í Botni, norðanfyri Vág, og gekk úr Vági til arbeiðis í Botni. Hetta var áðrenn at nakar vegur var millum Vág og Botn, so gingið varð gjøgnum hagan.

Kvæði Huldugentan er frásøgn um tað ferðina, tá yrkjarin á miðjari nátt møtir huldufólki, tá  “heyggjarnir runt um opna seg, huldufólk koma í dyr”. Yrkjarin greiður frá: “Á fríðari fløtu tey sláa ring, gentur og ungir menn”, og “ein kom smílandi har eg stóð” og sigur við yrkjaran “kom og dansa ein dans við mær”.

Biskupskelda kemur eisini í næstum við øðrum sløgum av øli, meiri verður at frætta um hetta seinni, siga Dennis Holm, Magnus Brattaberg og Bárður G. Nielsen, at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder