Mentan

Olaf Johannessen aftur heiðraður við Årets Reumert

Men má deila heiðurin saman við Jens Albinus fyri tvíburaleiklut

Jens Albinus og Olaf Johannessen á palli í leikinum

Jens Albinus og Olaf Johannessen á palli í leikinum "Det store Stilehæfte"

2020-09-22 06:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð er danska sjónleikaravirðislønin, Årets Reumert, fyri ársins høvuðsleiklut givin til tveir persónar.

Í gjárkvøldið varð avdúkað, at føroyingurin Olaf Johanessen fær heiðurslønina saman við sjónleikarafelaganum, Jens Albinus.

Teir verða báðir heiðraðir fyri ”Årets mandlige hovedrolle” fyri leiklutirnar sum tvíburar í sjónleikinum ”Det store stilehæfte”, sum varð settur upp á Husets Teater í Keypmannahavn.

Dómsnevndin segði m.a. í grundgevingini, at teir hava víst ”rystende godt teater” og ”en enestående dobbeltpræstation”, skrivar dr.dk.

Ongantíð fyrr er henda virðislønin latin tveimum persónum. Men bæði Jens Albinus og Olaf Johannessen eru fyrr heiðraðir við hesi virðislønini tvær ferðir. Jens Albinus í 2009 og 2012 og Olaf Johannessen í 2015 og 2016.

Olaf Johannessen fekk harafturat Reumert heiðursvirðislønina í 2018.

(Tekstur rættaður viðv. heiðursvirðislønini kl. 10.01)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder