Mentan

Olaf Johannessen heiðraður fyri besta høvuðsleiklut

cphculture.dk gevur føroyska sjónleikaranum tvær virðislønir

Jens Albinus og Olaf Johannessen í leiklutunum sum tvíburðapar í leikinum

Jens Albinus og Olaf Johannessen í leiklutunum sum tvíburðapar í leikinum "Det store stilehæfte"

2020-08-11 08:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Miðilin, sum kallast cphculture.dk hevur aftur í leikárinum 2019/20 kosið Olaf Johannessen at eiga besta avrik millum mannligar høvðusleikararnar í Danmark.

Hann vann heiðurin fyri tveir leiklutir:

Annar er høvuðsleikluturin, sum Cyrano de Bergerac á Kongaliga teatrinum, í leikinum við sama heiti eftir franska rithøvundan Edmond Rostand. Leikurin er eitt stórt klassiskt verk skrivað upp á rím. Tað var Katrine Wiedeman, sum leikstjórnaði leikinum, ið var stórliga fagnaður tá ið hann gekk í heyst og vetur.

Hin leikluturin, sum Olaf er heiðraður fyri, er leikluturin, sum annar av tvíburðunum í leikinum ”Det store stilehæfte” á Husets Teater í vetur. Jens Albinus skrivaði skaldsøguna hjá Agota Kristoff til leik. Pernille Kragh var dramaturgur. Jens Albinus leikstjórnaði eisini leikinum, meðan Maria Bouras og Marita S. Dalsgaard vóru ráðgevandi leikstjórar.

Olaf Johannessen og Jens Albinus eru í felag eisini nomineraðir til eina Reumert virðisløn fyri besta mannliga høvðusleiklut fyri tvíburðaparið. Harumframt er leikurin sjálvur eisini tilnevndur ein Reumert, sum ársins leikur leikárið 2019/20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder