Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz hevur mist 17 prosent av undirtøkuni seinasta mánaðin. Tað vísir ein veljarakanning, sum blaðið Welt hevur gjørt, har fólk verða spurd, hvussu nøgd tey eru við ávísar politikarar.
Talan er um eina søguliga stóra afturgongd, tí hetta er ongantíð áður hent fyri ein týskan kanslara, skrivar Ritzau.
Áðrenn Olaf Scholz gjørdist kanslari, lovaði hann m.a. at seta í verk koppsetingarkrav fyrst í hesum mánaðinum fyri at fáa koppsett fleiri týskarar fyri koronu. Men ósemjur í stjórnini er orsøkin til, at hann ikki hevur fingið lagt uppskot fram um hetta.
Eisini hevur hann mist undirtøku hjá teimum grønu veljarunum, eftir at hann ikki fekk blokerað fyri uppskotinum hjá ES-nevndini um at góðkenna gass- og kjarnorku sum grøna. Eisini finnast fólk at handfaring hansara av stríðnum millum Russland og Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald