Innanlands

Ólag á flogferðsluni: Eitt flogfar tikið úr flúgving fyribils

Ringt veður samstundis sum eitt av fýra flogførum hjá Atlantic Airways ikki er í flúgving, ávirkar flogferðsluna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-23 15:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hjá Atlantsflogi hava tey úr at gera við at svara spurningum í hesum døgum. Ringa veðrið hevur havt við sær seinkingar, men afturat tí er eitt flogfar tikið úr flúgvingini.

Tí kann roknast við seinkingum í flogferðsluni í øllum førum næstu vikuna, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Orsøkin til at flogfarið er "groundað" - sum tað eitur á fakmáli - er, at, ein motorur skal skiftast.

Tað er soleiðis, at motorarnir hava eitt hámark fyri túrum, og undir vanligum umstøðum varð motorurin skiftur út um ein mánað. Men framleiðarin hevur afturkallað motorin longu nú, og tí er hendan støðan íkomin, greiðir Jóhanna á Bergi frá.

[object Object]Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi (Mynd: Sverri Egholm)

Flogfarið stendur í Vágum, og bíðað verður nú eftir einum nýggjum motori, sigur Jóhanna á Bergi, sum ikki torir at siga júst nær motorurin verður skiftur.

Atlantic Airways hevur fýra flogfør, sum taka sær av flúgvingini hjá felagnum, sum fevnir um fastar rutur, men eisini um leigutúrar. Í mest møguligan mun hevur flogfelagið leigað onnur flogfør inn til aðrar túrar enn rututúrar, hetta so at óneyðugt ólag ikki kemur á rutuflúgvingina.

Stjórin í Atlantsflogi sigur, at tað næstu vikuna í øllum førum kunnu væntast seinkingar.

Nógv trýst er á telefonlinjunum á kundatænastuni hjá Atlantsflogi, og bíðirøðin at sleppa ígjøgnum er long. Ferðafólk fáa sms-boð um broytingar og fylgjast kann eisini við á heimasíðuni hjá Atlantsflogi og hjá Vága Floghavn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder