Innanlands

Ólátaðir menn í Bónus

Tveir útlendingar høvdu fingið heldur nógv niður um gjárkvøldið. Annar varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar

Bónus í Hoyvík (Mynd: Bónus)

Bónus í Hoyvík (Mynd: Bónus)

2024-05-19 11:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan um tveir útlendingar sum vóru ólátaðir í Bónus á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Teir høvdu fingið dekan ov nógv at drekka.

Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at annar maðurin var tikin og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Hetta er vanliga ein bót uppá 1500 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder